Ynskir tú at tapa teg?
Av viðgerðum til kroppin, havi eg millum annað, Lipo beltið og Tei System og body wrapp.
Tei System er sera væl egnað til at tapa seg við, stramma kroppin upp eftir, eitt nú, barnsburð ella vekttap. Eisini er tað sera væl egnað til fólk ið hava liðpínu, og/ella pínu av øðrum slag.
Úrslit at klænka
Tei-system
Um vit bert skulu nevna tvey av úrslitunum av Tei, so kunnu vit nevna hesi:
Eftir 10 viðgerðum við Tei System, er viðkomandi klænkað/ur við 34,9 cm. mált uppá 11 mát. Ímeðal var hettar eitt tap uppá 3,2 cm. pr. umráði. Mesta mát var viðkomandi klænkað/ur 5,1 cm.
Ein annar kundi ið hevur verið til 10 viðgerðir við Tei System, var klænkað/ur við 21,2 cm. íalt, mált uppá 10 mát. Ímeðal var hettar eitt tap uppá 2,1 cm. pr. umráði. Mesta mát var viðkomandi klænkað/ur 3,4 cm.
Tei System og body wrap
Ofta verður besta úrslit tá man setur Tei og body wrapp saman í forløninum.
Hettar er bara eitt av mongu flottu úrslitunum:
Eftir 10 viðgerðum við Tei System og 3 viðgerðum við body wrapp, er viðkomandi klænkað/ur íalt 36,6 cm. Hettar er mált yvir 11 mát. Ímeðal er hettar ein minking uppá 3,3 cm. pr. mát. Mesta mát vísti eitt tap uppá 5 cm.
Tei og Lipo
Tað er eisini ein góð loysn, serliga um talan er um tey einstaku umráðini, sum eru ring at sleppa av við.
Er tað eitt nú búkurin ið er fokus, so er hettar ein góð loysn. Eitt av mátunum ið hevur verið her á salongini, eftir bert eini viðgerð við Tei og Lipo, er tann eini kundin ið var klænkað/ur 5,1 cm. um búkin.
Tó er tað mest vanligt, at ein klænkar umleið 3 cm. eftir eina viðgerð.
Úrslit fyri pínu
Maður, 57 ár
Til viðgerð fyri pínu í øksl og herðum
Í fleiri ár hevur viðkomandi havt pínu í akslum og herðum, har pína til tíðir eisini hevur strálað niður ígjøgnum ryggin. Hettar hevur viðført at hann, arbeiðsmessiga, ikki hevur kunnað útint tað hann hevði ynskt at kunnað. Eftir bert 8 viðgerðir við Tei, hevði hann fingið so mikið pínulinnan, at hann uttan trupulleikar, kundi fara aftur til arbeiðis, sum viðkomandi í hesum føri, hevði eitt hart fysiskt arbeiði.
Maður, 68 ár
Til viðgerð fyri pínu í øksl, nakka og herðum.
Fekk mitt í øllum, eina kraftiga pínu í økslina, har pínan eisini fór út í armin og upp í nakkan. Hevði sum heilt ungur gikt, sum hann als ikki hevur merkt nakað til, fyrr enn nú fyri stuttum, tá pínan kom aftur sum eitt skot. Hettar hevur sjálvsagt darvað honum í sínum dagliga yrki. Enn einaferð, skuldu bert 8 viðgerðir við Tei til, at hann hevði fingið so mikið pínulinnan, at hann uttan trupulleikar, kundi fara aftur til arbeiðis.
Ungur maður við fipurspreinging.
- Ungur maður við fipurspreinging eftir hart fysiskt arbeið, fekk illa passað sítt arbeið vegna pínu, og eftir at hava verið til 8 Tei pínuviðgerðir, var pínan vekk og maðurin kundi fara aftur til sítt dagliga yrki.