Ynskir tú at tapa teg?

 Av viðgerðum til kroppin, havi eg millum annað, Lipo beltið og Tei System og body wrapp.

Tei System er sera væl egnað til at tapa seg við, stramma kroppin upp eftir, eitt nú, barnsburð ella vekttap. Eisini er tað sera væl egnað til fólk ið hava liðpínu, og/ella pínu av øðrum slag.

tap-teg-tei.jpg

Tei-system

Tei System er tað nýggjasta innan vøddastimbran. Við Tei system kanst tú - uppá 45 min, - uppnáa somu effekt sum við einar 5-6 tímars styrkivenjing. Tei System er eitt heilt nýtt ættalið innan vødda stimbran, ið byggir á slóðbrótandi tøkni. Ein av mununum á Tei System, og øðrum líknandi systemum er, at Tei System bjóðar eina serliga samanseting av vøddastimbran og infrareyðum hita. Fyrimunurin við infrareyðum hita, er at tað fer 3-4 cm inn í feittlagið, og niðurbrýtur feittcellurnar. Hitaviðgerðin økir um forbrenning, samstundis við at tað betrar um blóð- og lymfu umløbið. Hitin ger viðgerðina meira behagiliga og gevur betur úrslit.

Eg viðmæli altíð mínum kundum at taka Tei 2 til 3 ferðir um vikuna, tá 1 viðgerð um vikuna kemur undir viðvíkahald.

Royndartímin (30 min) kostar 300 kr.
Pínuviðgerðartímin (20-30 min) kostar 300 kr.
Viðgerðartímin (45 min) 1 viðgerð kostar 450 kr.

5 x Tei kostar 2000 kr.

10 viðgerðir kosta 3500 kr.

Um tvey bíleggja tíð samstundis, kostar hvør viðgerð 350 kr.

tap-teg-llipobelt.jpg

Lipobeltið

LIPOBELTIÐ er ein lágfrekventur við lasarútgjørdum ljósið, sum virkar selektivt og sikkurt á kroppsfeitt, ið er ringt at koma av við. Tøknin er gjørd av Rös’s Estética og læknaligar royndir hava víst góð úrslit.

Strálurnar arbeiða innan økið har beltið verður lagt á, og av tí at tøknin er sterk og rakar væl og neyvt, hjálpir hon at fanga sjálvt tey mest truplu umráðini á kroppinum. Viðgerðin er heilt pínuleys og er samstundis heilt vandaleys fyri vevnaðin.

Ein fær úrslit longu eftir fyrstu viðgerð, umleið 3 cm. á einum øki.

Fyri at tryggja at trygdin er í hásæti, eru øll amboð framleidd samsvarandi ES-trygdarstandardum. Tey eru eisini roynd undir læknavísundaligum uppsýni.

Hvør viðgerð tekur uml. 40-60 minuttir. Tað gevur besta úrslit um man fær 1 til 2 viðgerðir um vikuna í 3 til 5 vikur, síðan 1 ferð um mánaðin fyri viðlíkahald.

Tað er týdningarmikið at drekka 2 til 3 litur av vatni um dagin ímeðan man gongur til Lipo viðgerð.

Lipo verður bert gjørt saman við Tei System, tá Tei hjálpir kroppinum at sleppa av við feittið.

Ein viðgerð við Tei og Lipo saman, kostar 750 kr.

Bíleggja tit til tveir persónar samstundis, kostar tað 600 kr. fyri hvønn.

Um tað verður bílagt 5 viðgerðir, kostar tað 500 kr. pr. viðgerð.

 

Úrslit at klænka

 

Tei-system

Um vit bert skulu nevna tvey av úrslitunum av Tei, so kunnu vit nevna hesi:

Eftir 10 viðgerðum við Tei System, er viðkomandi klænkað/ur við 34,9 cm. mált uppá 11 mát. Ímeðal var hettar eitt tap uppá 3,2 cm. pr. umráði. Mesta mát var viðkomandi klænkað/ur 5,1 cm.


Ein annar kundi ið hevur verið til 10 viðgerðir við Tei System, var klænkað/ur við 21,2 cm. íalt, mált uppá 10 mát. Ímeðal var hettar eitt tap uppá 2,1 cm. pr. umráði. Mesta mát var viðkomandi klænkað/ur 3,4 cm.

Tei System og body wrap

Ofta verður besta úrslit tá man setur Tei og body wrapp saman í forløninum.

Hettar er bara eitt av mongu flottu úrslitunum:

Eftir 10 viðgerðum við Tei System og 3 viðgerðum við body wrapp, er viðkomandi klænkað/ur íalt 36,6 cm. Hettar er mált yvir 11 mát. Ímeðal er hettar ein minking uppá 3,3 cm. pr. mát. Mesta mát vísti eitt tap uppá 5 cm.

Tei og Lipo

Tað er eisini ein góð loysn, serliga um talan er um tey einstaku umráðini, sum eru ring at sleppa av við.

Er tað eitt nú búkurin ið er fokus, so er hettar ein góð loysn. Eitt av mátunum ið hevur verið her á salongini, eftir bert eini viðgerð við Tei og Lipo, er tann eini kundin ið var klænkað/ur 5,1 cm. um búkin.

Tó er tað mest vanligt, at ein klænkar umleið 3 cm. eftir eina viðgerð.

 

Úrslit fyri pínu

 

Maður, 57 ár
Til viðgerð fyri pínu í øksl og herðum

Í fleiri ár hevur viðkomandi havt pínu í akslum og herðum, har pína til tíðir eisini hevur strálað niður ígjøgnum ryggin. Hettar hevur viðført at hann, arbeiðsmessiga, ikki hevur kunnað útint tað hann hevði ynskt at kunnað. Eftir bert 8 viðgerðir við Tei, hevði hann fingið so mikið pínulinnan, at hann uttan trupulleikar, kundi fara aftur til arbeiðis, sum viðkomandi í hesum føri, hevði eitt hart fysiskt arbeiði.

Maður, 68 ár
Til viðgerð fyri pínu í øksl, nakka og herðum.

Fekk mitt í øllum, eina kraftiga pínu í økslina, har pínan eisini fór út í armin og upp í nakkan. Hevði sum heilt ungur gikt, sum hann als ikki hevur merkt nakað til, fyrr enn nú fyri stuttum, tá pínan kom aftur sum eitt skot. Hettar hevur sjálvsagt darvað honum í sínum dagliga yrki. Enn einaferð, skuldu bert 8 viðgerðir við Tei til, at hann hevði fingið so mikið pínulinnan, at hann uttan trupulleikar, kundi fara aftur til arbeiðis.

Ungur maður við fipurspreinging.

- Ungur maður við fipurspreinging eftir hart fysiskt arbeið, fekk illa passað sítt arbeið vegna pínu, og eftir at hava verið til 8 Tei pínuviðgerðir, var pínan vekk og maðurin kundi fara aftur til sítt dagliga yrki.