Stramma upp

Eg havi ymiskar møguleikar, ið kunnu hjálpa tær at stramma kroppin upp, gerast fastari, klænka, hjálpa uppá appelsinhúð, betra um umløbið, minka um vætusamling, tóning við ávirkan á tær kroppsligu og sálarligu styrkirnar.

strammaupp-bandaga-web.jpg

Bandagu wrapp

Seaweed Bandage Wrapp, er gjørt úr taraúrdrátti og vísir úrslit longu eftir fyrstu viðgerð. Viðgerðin økir um blóðrenslið, útskiljan, linnir eymleika, minkar um vætu í kroppinum, reinsar kroppin fyri evt. ígerð og minkar um fitið.

Tað verður viðmælt 1 til 2 viðgerðir um vikuna, í 2 til 3 vikur. Síðan 1 viðgerð 1 ferð um máðnaðin, fyri viðlíkahald.

Viðgerð til eitt øki, eitt nú búkur. (60-80 min) 650 kr.
Viðgerð fyri allan kroppin (70-90 min) 1050 kr.

 Hugskot til at betra um viðgerðarúrslit.

Eg viðmæli altíð mínum kundum at samanseta body wrapp og Tei viðgerðinar, tá hettar gevur eitt nógv betur og skjótari úrslit. Tað kundi eitt nú verið, at tikið 10 ferð Tei og 2 ferðir body wrapp.

Wrappið ger at kroppurin tekur betur ímóti viðgerðini av Tei, tá tað økir um kroppsfunktiónina og skundar undir eitt betur úrslit.

Úrslit

 

Tvær body wrapp viðgerðir

Mát eftir tveimum kundum ið hava verið til tvær viðgerðir av body wrapp.

Annar persónurin var klænkaður 13,8 cm. mált yvir 6 mát. Sum var eitt tap uppá í meðal 2,3 cm. pr. mát. Mesta mát var 4,6 cm.

Hin persónurin var klænkaður 12,4 cm. mált uppá 6 mát. Hettar var eitt tap uppá ímeðal 2,1 cm. pr mát. Mesta mát var minsu 3,4 cm.

Ein viðgerð við Seaweed wrap.

Viðkomandi var til 7 Seaweed body wrapp viðgerðir, og klænkaði 32,2 cm. mált yvir 10 mát. Ímeðal var hettar 3,2 cm. pr. mát. Mesta mát vísti eitt mát uppá minus 8,2 cm.

Ein annar kundi var til 3 viðgerðir við Seaweed body wrapp, og var klænkað/ur við 14,4 cm. mált yvir 4 mát. Hettar vísti eitt tað uppá ímeðal 3,6 cm. pr. mát. Mesta mát var viðkomandi klænkað/ur 4,2 cm.

Body wrap og andlit

Tvær hava verið til body wrapp og andlit.

Tvær ungar damur ið vóru til eina dupult bílegging til body wrapp, um búkin. Høvdu fantastisk mát eftir bert eini viðgerð.

Tær vóru báðar klænar, og alíkavæl var onnur klænkað 6,2 cm. íalt. Hettar var mált yvir 4 mát. Ímeðal var hon klænkað 1,6 cm. pr. mát, har mesta mát, vísti 2,4 cm.

Hin var klænkað 6,8 cm. íalt, yvir 4 mát. Ímeðal var hon klænkað 1,7 cm. pr. mát. Har mesta mát vísti 2,7 cm.