Um zafira

zafira er ein fyritøka innan kropp- & andlitsviðgerð.

 

Eg eiti Jonna Poulsen, og eg eri útlærd sjúkrarøktarfrøðingur.

Eg havi útbúgvið meg í Danmark, innan TEI System, andlitsviðgerðum og mýking, og eri eg á skeið eina ferð um árið fyri at verða uppdaterað á økinum.

Eisini havi eg verið í Danmark til lokið prógv í vanavegleiðara.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur, er tað av stórsta týdningini at kundin hevur tað betur eftir loknað viðgerð á salongini. Av tí at eg sjálv eri rættuliga krittisk yvir fyri øllum teim ymisku viðgerðarmøguleikunum ið finnast á marknaðinum, havi eg valt bert at arbeiða við teim viðgerðunum sum eg kann standa 100% inn fyri. Hettar, so at kundarnir til ein hvørja tíð, kunnu føla seg tryggar við tær viðgerðirnar ið eg havi at bjóða.

Viðgerðin byrjar við, at vit tosa um hvørji ynskir kundin hevur, og síðan leggja vit í felag eina viðgerðarætlan fyri at náa ásetta mál.

Annars kann nevnast, at eg eisini havi lært til:

  • Kostráðgevi

  • Make up artist

  • Bungee workout

Tú skalt vera vælkomin at seta teg í samband við meg, so vit í felag, eisini kunnu røkka tínum máli.